Í novembur í fjør vitjaði amerikanski professarin og trúarverjin John Lennox í Føroyum. Hann helt fleiri almennar fyrilestrar, umframt at hann vitjaði á millum annað studentaskúlanum í Hoydølum.
250 fólk vóru í samkomuhøllini í Hoydølum og lurtaði eftir fyrilestrinum, sum síðani varð lagdur út á youtube og har hevur hann eisini fingið góða undirtøku. Yvir 15.000 fólk hava sæð fyrilesturin á netinum, úr 138 ymiskum londum, skrivar KFS á heimasíðu síni.
KFS sigur, at brotið er víst oftast í USA og at amerikanarar eisini hyggja longst. Fyrilesturin er góðar 90 minuttir til longdar, men amerikumenn hyggja í miðal í 25 minuttir. Til samanberingar hyggja føroyingar í níggju minuttir í miðal.