Tey flestu av tykkum hava helst sæð hesa myndina. Hon hevur ligið á Facebook seinastu vikurnar, og sjáldan hava vit javnstøðuáhugað fingið so gott innlit í føroysk húsarhaldið sum við viðmerkingunum til hesa myndina.
Higartil hava 369 deilt myndina hjá upprunamanninum N-Jón Ellendersen. Havi blaða ígjøgnum tær deilingar, sum eru almennar, og tað eru avgjørt flest kvinnur, sum hava deilt. Viðmerkingarnar, sum eru vanligast, eru: "So satt, so satt", "True", "Sodan er tað bara", "Hendan myndin sigur tað, sum tað er" …
Eri tað bara eg, sum haldi at hetta er syrgiligt? Eg helt, at hetta var ein farin tíð - at vit vóru komin eitt sindur longri eftir 40-50 ár við javnstøðukjaki og -stríði.
Og so taki eg synd í tykkum pápum! Tit verða ikki roknaðir at duga, vita ella kunna nakað sum helst. Um tit eru einsamallir inni, ja, so er ongin inni (at døma eftir fleiri av Facebook viðmerkingunum).
Eg trúgvi faktiskt, at tit pápar duga meir, enn tit halda. Spurningurin er bara, sleppa tit framat? Ella er kvinnan har og tekur tann leiklutin í familjuni?
Tað eru ikki bara menn, ið hava skyldina av, at javnstøðan er á so syndarliga lágum støði í Føroyum - eg trúgvi, at tit kvinnur hava minst líka stóran leiklut í tí. Tit liva og gera á sama hátt, sum tit hava sæð tykkara mammur gjørt í alla tíð.
Tað er ikki lætt at broyta eitt slíkt mynstur, men tað er neyðugt, eftir sum samfelagið er broytt, og laga vit okkum ikki eftir tí, renna vit so beint inni í tann víðakenda veggin. Tí ongin mamma klárar í longdini at vita og kunna alt í einum húsarhaldi og samstundis hava fulltíðarstarv. Orsøkin til at so nógvar kvinnur velja at arbeiða niðursetta tíð, er nokk henda myndin.
Eitt, sum eg veruliga vóni, at ongin kvinna í Føroyum trýr er, at hon ikki er líkað elskað, um hon ikki passar inn í hesa myndina. Trúgvi, at nógvar mammur síggja hesar konstantu spurningar sum eitt tekin upp kærleika - og tað eru teir kanska eisini, men tú er líka nógv elskað, um maðurin fær helvtina av spurningunum.
Og hvussu sær so út heima hjá mær? Jú, eg eri eisini uppvaksin í einum slíkum heimi og kenni meg aftur í myndini. Men eg stríðist dag og dagliga fyri at ikki detta í felluna og taka alla ábyrgdina av húsarhaldi og børnum. Tað er ein kampur, men hann er verdur at kempa, tí vinnararnir eru í longdini øll familjan.










