Syndarar á Summarfestivalinum

Tað snýr seg ikki einans um at syngja. Tað snýr seg um at undirhalda. Og tað dugdi Bárður á Lakjuni, oddamaður í T.O.S, ið stendur fyri tollarar og syndarar. Spennandi bólkurin úr Eysturoynni T.O.S. spældi í Flags tjaldinum á Summarfestivalinum í dag. Hetta var somuleiðis talan um teirra fyrstu útgávukonsert.

Rættiliga nógv av fólki var møtt upp at lurta eftir tollarunum og syndarunum, har tjaldið var umleið trýkvart fult.

Tónleikurin hjá T.O.S. er sermerktur ella originalur á fleiri hættir. Fyrst og fremst spæla teir rytmiskan polka og tango tónleik, sum fær áhoyrararnar hug til at trippa eitt sindur. Haraftrat hava teir nógv ymisk ljóðføri, sum ikki eru so vanlig á rockutum tónleikapallum. Millum annað varð harmonika brúkt umframt ein stór blikktrumma og eitt blásiklaver, sum líktist mest eini vatnpípu. Alt hetta ger T.O.S. til ein stuttligan, originalan og forvitnisligan bólk.

Konsertin hjá T.O.S eydnaðist avberað væl, har Bárður dugdi at fáa áhoyrararnar at flenna millum sangirnar. Sangirnir vórðu eisini framførdir sera hegnisliga, har tónleikararnir dugdu sítt kramm. T.O.S. er uttan iva ein tann mest spennandi bólkurin í Føroyum í løtuni.