Jákup Vang
Tað hevur verið víst á av trúgvandi, at tað er synd at dyrka homoseksualitet.
Eg ivist onga løtu í, at tað eru mong, sum stríðast við henda spurning.
Nú skal eg siga frá mær sjálvum, fyri at onkur má finna vegin til frælsi - til fríheit frá hesi plágu, sum holdið og djevulin leiða okkum útí.
Tað mesta av mínum lívi, havi eg verið plágaður av holdsins lystum. Eg havi ikki havt kontrol, stýr, á mínum fantasium um tað kynsliga, og har hevur ein partur verið merktur av homoseksualiteti.
Eitt er at hava hug á kvinnum. Tað er púra í ordan. Men – ein má kunna stýra sær. Og ikki volka sær í fyrilitaleysari kynsligari gyklumyndum. Tað var nakað, sum eg skammaðist yvir og gav mær ringa samvitsku.
Men – tað sum var verri. Eg varð leiddur av mínum synduga holdið og djevulinum inn á tað homoseksuella fantasimynstrið. Eg visti, at tað var skeivt, men – eg lat meg reka við, við hesum lystum, sum eg illa kundi stýra.
Einaferð gjørdi eg meg inn á ein fullan ungdóm. Eg var sjálvur fullur. Eg biðji hann fyrigeva mær í Jesu navni.
Eg hevði ongan at tosa við. Psykiatararnir kundu ella vildu ikki hjálpa mær.
Men, men, tað var ein, sum kundi og vildi hjálpa mær. Og tað var Jesus.
Hann sá mína neyð og hoyrdi míni neyðarróp á Hann.
Í langmóð síni hevði Hann tol við mær. Eg var komin til trúgv á Jesus fyri mongum árum síðani. Og ein dagin setti Hann meg í fullkomi frælsi. Eg eri losytur frá allari synd við Hansara náði.
Tað kann ein og hvør, sum vendir seg til Hansara í sannari irðan, uppliva.
Eg stóð púra aleina við mínum trupulleikum. Harrin eina hevur hjálpt mær. Hann eigur alla æru og tøkk í Jesu dýra navni.
Kæri vinur, søk, ákalla Jesus og tú skalt verða settur í fríheit. Skrivað stendur: Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. Róm. 10.13.
Fyri alt tað, les allan kap. 10. Gud er góður. Hann er ikki komin at døma heimin, men at frelsa, bjarga.
Enn er náði at finna hjá Jesusi