Synd og skomm

Tá ið hendan greinin var í blaðnum í gjár, lá ein týðandi partur eftir

Niðanfyri nevnda bræv varð sent landsstýrinum. Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður Í Hósvík sigur, at tey ongantíð hava fingið svar aftur úr landsstýrinum.

? Vit hava roynt at rykt eftir svari, men har kemur bara einki. Man kann ikki blíva við at skylda upp á broytingar í kommunubygnaðinum. Hetta hava tey tosað um síðani 1970, sigur Jógvan Mørkøre.

Hann sigur, at tey, sum á bygd veruliga royna at gera nakað fyri eldraspurningin, renna seg alla tíðini ímóti múrum - eisini fólkum, sum nú halda fyrilestrar um eldraárið, sigur Jógvan Mørkøre, bygdarráðsformaður í Hósvík:


Soljóðandi bræv sendi Jógvan Mørkøre, Hósvík, til Felagskommunalu Nevndina í Sundalagnum seinasta summar:


Støðan er so tyngjandi fyri borgarar, sum hava røkt fyri neyðini, at tað ikki ber til framhaldandi at sita hendur í favn og einki gera. Fari tí at heita á Felagskommunalu Nevndina um at heita á allar limakommunurnar um at viðgera málið. Havi tosað við Føroya Landsstýri um at fáa skúlan við Áir til endamálið. Føroya Landsstýri sigur, at hugskotið má koma frá kommununum í økinum. Tað vil siga, at málið má viðgerast hjá hvørjari kommunu sær. Tað hevur stóran týdning at fáa eitt positivt svar. Eg bjóði meg persónliga til at samráðast við Føroya Landsstýri, men hetta er tó eingin treyt. Høvuðsendamálið er, at tey eldru fáa eina virðiliga tilveru. Sum nú er, er tað bæði synd og skomm at standa áskoðari til ta syndarligu støðu, vit eru komin í viðvíkjandi røktini av eldri fólki í økinum.