Misálit
?Tað var synd í Jørgen Niclasen, at hann hann ikki varð spardur fyri hatta upplivilsi.
Jenis av Rana, sum er ein av teimum smáu flokkunum í samgonguni, heldur framvegis, at tað var rætt, at Jørgen Niclasen fór frá.
Men hann harmast um, at hann ikki fór frá áðrenn, so at hann varð spardur fyri at skula sita í Løgtinginum og verða kroystur frá alment, tí tað skerst ikki burtur, at tað var ein kensluborin løta hjá fyrrverandi landsstýrismanninum og tað sást eisini á honum.
? Hetta var ein keðilig viðgerð, sum Jørgen Niclasen átti at verðið spardur fyri.
Jenis av Rana sigur, at hann staðiliga heitti á Jørgen Niclasen um at fara frá áðrenn tað kom so langt, men tíverri vildi hann ikki tað og tí endaði tað, sum tað gjørdi, men tað var óneyðugt.
Annað slag av kanningum
Annars heldur hann, at eftir hetta málið er tíðin komin at hetta slagið av kanningum verður endurskoðað.
?Løgtingið er landsins hægsta vald. Og eg haldi, at tá ið Løgtingið biðjur um eina serfrøðingakanning, eiga vit eisini at føla tað sum okkara skyldu at halda okkum til úrslitið. Vit kunnu ikki seta eina slíka kanning í verk uttan at vit frammanundan hava gjørt okkum greitt, at vit ætla at brúka úrslitið, tí tær kosta hóast alt fleiri hundrað túsund krónur, í hesum føri 300.000 krónur.
? Tá ið ein slík kanning er gjørd, ber ikki til at skúgva hana til viks aftaná, tí at Løgmaður ger eina aðra kanning. Og vit eiga at minnast til, at tað er Løgtingið, sum hevur eftirlit við Landsstýrinum. Tað er ikki landsstýrið sum hevur eftirlit við sær sjálvum.
? Men í hesum føri varð spurnartekin sett við kanningina og tað eigur at fáa okkum at umhugsa hetta slagi av kanningum.
? Vit eiga at fáa eitt ella annað slag av kannignarhátti, sum kann javntsetast við Løgtingsins umboðsmann. Hetta er kanska ov stór uppgáva hjá einum ?tilvildarligum? løgfrøðingi og tí eiga vit at finna onkran annan máta. Umboðsmaðurin hevur eina umsiting og tað eiga løgfrøðingar, ið gera slíkar kanningar, kanska eisini at hava.
Fer at javna seg
Annars ivast Jenis av Rana ikki í, at hetta fer at javna seg og at samgonguni er lív lagað, hóast bæði miðflokkurin og tjóðveldisflokkurin kravdu Jørgen Niclasen frá.
?Fólkaflokkurin royndi at verja teirra landsstýrismann til tað síðsta og tað mugu teir hava loyvi til. Men eg vænti, at hetta fer at laga seg, tí tað kann ikki vera so, at landsstýrismenn eru friðhalgaðir.
Hann væntar, at fólkaflokkurin fer at leggja sær hendingina týsdagin í geyma og so heldur samstarvið í samgonguni fram, tó at tónalagið kanska verður eitt sindur harðari.
?Samgongan hevur ein greiðan politikk og ein greiðan málsetning og tað vænti eg, at vit fara at halda fast viið, tí eg dugi ikki at síggja aðrar samgongumøguleikar, sigur Jenis av Rana









