?Synarchy nýggja metal generatiónin?

Tysk/Canadiska síðan www.metal-observer.com <http://www.metal-observer.com hevur givið sín kritikk til tríggjar av gomlu Synarchy upptøkunum frá demo teirra fyrr í ár Tónleikur

Eydun Muller Thomsen

eydunnudye@hotmail.com

 

Synarchy hava so at siga verið eitt sindur óstabilir viðvíkjandi konsertum og spotlight her í Føroyum.

 

Har var Asfalt 2007, eitt lítið show í Fuglafirði og so nú síðsta vikuskiftið á GBOB 2007. Har teir avgjørt vístu seg sum ein hart arbeiðandi bólkur. Og stórt framstig er at síggja í dag. Væl kombinerað løg og rytmir gjørdu, at áskoðarafjøldin veruliga lat eygu og oyru upp fyri Synarchy á GBOB 2007.

 

Men fyri at venda aftur til kritikkin. So greiðir metal-observer.com frá, at Synarchy er heilt avgjørt ein tann nýggja og unga generatiónin innan føroyskan metaltónleik. Og nevnir her m.a. Týr og SIC, sum tann førandi kjarnan aftanfyri føroyska flaggið.

 

*Tú kanst lesa ummælið á linkinum:

 

 

http://www.metal-observer.com/articles.php?lid=1&sid=6&id=13277 <http://www.metal-observer.com/articles.php?lid=1&sid=6&id=13277>