Synarchy gevur fløgu út í dag

Við útgávuni 'Scars Of Gratitude', fóru Synarchy á sína fyrstu Evropa rundferð, saman við Brasilska thrash bólkinum - Musica Diablo.

 

Skjótt eftir rundferðina hevði bólkurin longu nóg mikið av tilfari til eina nýggja fløgu, so teir fóru í upptøkuhølið hjá Lasse Lammert, LSD-Tonstudio í Lübeck, Týsklandi á sumri 2011.

 

-Hendan fløgan nógv meiri brutal og myrk enn Scars Of Gratitude, tó er tað enn melodiøskt og atmosferiskt, skriva Tutl í tíðindaskrivi.

 

Í samband við at fløgan verður leyslatin í dag, verður móttøka og fløgulurting í Tutlhandlinum á Káta Horninum kl. 16.30.

 

 

Synarchy - Tear Up The World Album Teaser

 

www.youtube.com/watch