Synarchy geva nýggja fløgu út

Bólkurin Synarchy gevur út fløgu og verða konsertir í Havn og í Klaksvík í samband við útgávuna. Nýggja fløgan hjá Synarchy, ið hevur fingið heitið ?Scars of Gratitude? verður útgivin 15. apríl.

Í tí sambandi fer Synarchy at halda tvær útgávukonsertir. Tann fyrra verður í Perluni í miðbýnum

í Havn tann 16. apríl, og hin seinna verður hildin í KÍ høllini í Klaksvík 17. apríl.

Bólkarnir ?Hamferð? og ?Earth Divide? fara at hita upp fyri bólkin til báðar konsertirnar.

Konsertin í Klaksvík verður eitt brak av einum tiltaki, og sambært fyrireikarunum, so verður eisini

DJ-Show á skránni.

Atgongumerki til konsertina í Klaksvík kunnu keypast á www.ebillett.fo.

Tó verður eisini møguleiki at ogna sær eitt atgongumerki við dyrnar.