Sýna hundar fram í Hoyvík

Næsta leygardag verður Hoyvíkshøllin karmur um stóra hundaframsýning, sum Hundaeigarafelag Føroya, HUFF, skipar fyri.

 

 

Talan er um ta árligu Tjóðarframsýningina.

 

 

Øll tey, sum hava rasuhund og eru áhugað í at sýna hundin fram, kunnu luttaka í hundaframsýningini, sum byrjar klokkan 09.00 leygardagin fyrrapart og endar umleið klokkan 16.00.

 

 

Á framsýningini verða allir hundarnir sæddir av eini dómsnevnd. Har verður millum annað mett um útsjónd og sinnalag hjá hundunum. Eisini plagar eigarin at ganga við hundinum, meðan dómsnevndin metir um hundin.

 

 

Út frá eini heildarmeting verður hvør einstaki hundur síðani premieraður í sínum bólki.

 

 

Hesaferð verður tað Arne Foss úr Noregi, ið verður dómari.

 

 

Høllin letur upp fyri framsýnarunum klokkan 09.00 og sjálv dømingin byrjar klokkan 10.00.