Á Sjómanndegnum verður eisini leitað aftur í tíðina. Framsýning av gomlum bensin-motorum og gomlum páhangarum frá 1932 og fram til 50’ini verðuri í timburhandlinum hjá Borg.
Hans Jørgin Nysted, sum stendur á odda fyri framsýningin og sum eisini hevur verið við til at savna allar hesar serstøku motorarnar, sigur, at onkrir motorar eru heilt afturi frá tjúgunum.
Hóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hundrað árum, rigga motorarnir. Onkur av motorunum hevur enntá ligið í fjøruni ella á havsins botni í eini tjúgu ár, men kortini ber til at fáa gongd í teir aftur.
Framsýningin byrjar leygarmorgunin kl. 10.00 og endar klokkan 18.00 á kvøldi.










