Sýna fram kirkjuklæði

Á framsýningini í Norðurlandahúsinum er eitt úrval av altardúkum, messuaklum og tær tríggjar biskupskápurnar, sum vóru vístar fram á stórari framsýning av kirkjuklæðum í føroysku kirkjunum, sum var í Hoyvíkar kirkju í 2012.

 

Tilfarið frá 2012 er nú savnað í bók, sum Paulina Eliasen, lærari á Húsarahaldsskúla Føroya og Føroya Handarbeiðsskúla í Klaksvík hevur lagt til rættis. Bókin kemur út til jóla. Eisini er ein serlig framsýning av motivinum, Jerikorósan, sum m.a. er at finna í tí elstu biskupskápuni hjá Føroya biskupi.

 

Mikudagin 25. okt. og fríggjadagin 27. okt. 16.00 – 17.00 greiðir Paulina Eliasen frá framsýningini og nýggju bókini um Føroysk kirkjuklæði í Klingruni í Norðurlandahúsinum.