Symfoniorkestrið spælir jólakonsertir

Um vikuskiftið verða árligu jóla- og familjukonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri spældar.

Tríggjar konsert standa á skránni í Norðurlandahúsinum; ein verður leygardagin og tvær verða sunnudagin.

 

Ungir solistar framføra saman við orkestrinum, sum verður leitt av Bernharði Wilkinson. Yngva S. Lamhauge og Sanna Bæk Hoydal, ið blivu ávikavist nr. 1 og nr. 2 í Stella Polaris-kappingini í 2020, og unga sangtalentið Beinta Ingeborg Greve verða solistar.

 

Barnakór undir leiðslu av Edith Dahl Jacobsen og Joannu Johansen luttekur eisini á konsertini.

 

Jólakonsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar, og musikkskúlanæmingar sleppa at royna seg í stórum orkestri við professionellum spælarum.