Konsertirnar verða í Runavík leygardagin 6. og sunnudagin 7. desember Hetta er fimta árið á rað, at Føroya Symfoniorkestur skipar fyri jóla- og familjukonsert í Runavík og í Havn. Sum vant, so er skráin fjølbroytt. Har verður vanligur jólatónleikur at hoyra, eisini filmstónleikur m. a. úr James Bondfilmi, úr Mission Impossible, og eisini kenda lagið úr Pink Panter. Har verður felagssangur og ikki minst stóra barnakórið við børnum úr Hoyvík, Runavík, úr Eysturskúlanum, Musikkskúlanum og dreingjakórið Undir Brúnni, eini hálvtannað hundrað børn tilsamans. Eisini; verða ungir solistar at hoyra. Violinnæmingar úr Musikkskúlaskipanini fara at framføra eina vakra ?Kanon? av Pachelbel, og Rúni Hentze úr Fuglafirði fer á trompet at spæla ?A Trumpeter´s Lullaby? av Leroy Anderson.
Rúni er nú fjúrtan ára gamal og gongur til trompetspæl hjá bretska trompetlæraranum Kenneth Jones, sum undirvísir í føroysku Musikklæraraskipanini.. Rúni var átta ára gamal, tá hann fór at spæla trompet, ivaleyst ávirkaður av, at stóribeiggin, Johan, spældi trompet; hann er nú við at enda sína tónleikaútbúgving við Masterclass á Royal Scottish Academi of Music í Glasvow. Rúni verður sum nevnt solistur við FSO á jóla- og familjukonsertini.
Konsertin í Runavík verður í Ítróttarhøllini har og í Havn í Ítróttarhøllini uppi á Hálsi










