Sylvinho, Pablo Zabaleta og Gunnar Nielsen kennast

Manslandsliðið: Tað eru kendir menn, sum eru venjarar hjá Albania, men teir hava ein føroyskan kenning

Tá Albania vitjar á Tórsvølli í annaðkvøld er tað við kendum venjarum. Høvðusvenjari hjá Albania er brasilski Sylvinho, sum hevur spælt við Arsenal, FC Barcelona og Manchester City. Ein annar kendur maður í venjaratoyminum er argentinski Pablo Zabaleta, sum í tíggju ár spældi við Manchester City.

 

Báðir spældu við Manchester City, tá Gunnar Nielsen var í felagnum. Millum annað var Pablo Zabaleta á vøllinum, tá Gunnar Nielsen skrivaði føroyska fótbóltssøgu og fekk debut í Premier League. Tað var móti ongum minni enn Arsenal á Emirates leikvøllinum. Hesar tjúgu minuttir megnaðu teir at halda málið reint.

 

- Pablo Zabaleta er ein kempari og ein ótrúliga fittur og dámligur maður. Tað er sjálvandi eitt sindur serligt, at hann var partur av liðnum tann dagin, sigur Gunnar Nielsen, sum ikki spælir fótbólt í løtuni.

 

##med2##

 

Sylvinho hevur seinnu árini verið í sambandi við Gunnar Nielsen. Brasilski vinstri bakkurin hevur arbeitt fyri suðuramerikanskar miðlar og hevur millum annað dekkað føroyskar landsdystir.

 

- Ja, eg hoyrdi frá honum í samband við eina samrøðu eg gjørdi við ESPN Brasil. Tað var nú bara stuttligt og skeg at minnast afturá ta tíðina. Eisini ein sera blíður og hjálpsamur liðfelagi, sigur Gunnar Nielsen um høvðusvenjaran hjá Albania.

 

##med3##

 

Føroyar spæla móti Albania í annaðkvøld klokkan 19.45.

 

Mynd: Pablo Zabaleta og Sylvinho