Sylvia og Sigvard fingu fýra børn, Elsu í 1949, Jenny í 1951, Birgir í 1952 og Símin Paula í 1961. Sylvia eigur 15 ommubørn og 11 langommubørn. Í 2000 doyði Sigvard av sjúku bert 71 ára gamal.
Hjá tær mamma hevur heimið altíð verið títt dreymaslott. Tú vart nógv einsamøll heima við okkum, tá ið babba var til skips. Tit vóru so góð, og hann rósti tær altíð og hevði fult álit á, at tú tókst tær væl av øllum, meðan hann var burtur. Tú vart altíð har fyri okkum, og tað kom ikki fyri, at tú ikki vart inni, tá ið vit komu aftur úr skúla ella spæli. Tú hevur ikki gjørt so nógv hóvasták burtur úr tær sjálvari, men altíð hugnað um okkum. Og tað hava vit børn og seinni svigar-, ommu- og langommubørn notið stóra signing av.
Sylvia er ein serstakliga stillfør av lyndi. Hon sigur ikki nógv, men tú hevur ikki kent hana leingi, tá tú varnast, at hon er ein gløgg kvinna. Hóast hon er still og fáorðað, so hevur hon kortini havt stóra ávirkan og verið ein fyrimynd fyri síni børn og familjuna. Gestablídni hevur altíð eyðkent heimið. Henni dámar ógvuliga væl, tá fólk kemur á gátt, og er altíð klár við einum drekkamunni.
Nú, tú fyllir 80 ár, vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku og takka tær fyri alt, tú ert fyri okkum og ynskja, at Harrin ríkliga skal signa teg í tíðini sum kemur.
Børnini










