Sylverius tekur sæti á tingi

Dagurin í gjár var fyrsti dagurin á tingi hjá Sylverius Jacobsen av Skála

John Johannessen


Í gjár tók Sylverius Jacobsen av Skála á fyrsta sinni sæti á tingi. Sylverius umboðaði Javnaðarflokkin sum varamaður fyri Dan Reinhert Petersen úr Fuglafirði.

Vanliga plagar Andreas Petersen, sum er næst valdur fyri Javnaðarflokkin í Eysturoynni, at vera varamaður á tingi fyri Dan Reinhert Petersen. Men hesaferð lá hetta ikki fyri hjá Andreasi Petersen. Tí mátti triðj valdi maðurin í Eysturoynni, Sylverius Jacobsen, traðka til.

Sylverius Jacobsen fekk 175 atkvøður til løgtingsvalið í 1998, Andreas Petersen fekk 186 atkvøður og Dan Reinhert Petersen fekk 194 atkvøður.

Ein annar eykalimur var eisini á tingfundi í gjár. Hetta var Mami Dahl Sørensen úr Javnaðarflokkinum. Hon var varamaður fyri Vilhelm Johannesen, sum hevur verið burtur vegna sjúku. Vilhelm Johannesen tekur sæti aftur á tingi í dag.