Sylvan við Atlantic Navigator

Sylvan Jakobsen, sum í nógv ár hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipaeigari, er nú farin at royna seg á mjølverksmiðjuni umborð á Atlantic Navigator, nú tíðin hjá trolaranum undir føroyskum flaggi av álvara er farin at styttast

Fiskivinna

 

Hóskvøldið vóru vit ein túr umborð á Atantic Navigator, sum lá í Ánunum og landaði tey 1200 tonsini av surimi og 430 tonsini av mjøli, sum skipið fekk á seinasta túri.

Meðan vit standa og práta við skiparan á seinasta túri, Lion Petersen, kemur ein kendur maður niðan á dekkið.

Maðurin er Sylvan Jakobsen, ið áður hevur siglt sum skipari og eisini hevur verið skipaeigari.

Sylvan hevur leingi ynskt sær at sleppa ein túr við Atlantic Navigator, og nú tað líður móti endanum hjá hesum skipi í føroyskum sjógvi, er hann farin umborð at royna seg á mjølverksmiðjuni.

Hóast Sylvan hevur verið alt sítt lív á sjónum og nú er komin í pensjónsaldurin, hevur hann ongantíð verið umborð á einum so stórum og stásiligum fiskifari.

Tá skipið kemur aftur eftir loknan túr, verður áhugavert at frætta, hvussu Sylvan Jakobsen hevur dámað hetta sjólívið í mun til alt annað, hann hevur roynt á sjónum.

Spurningurin er nú, hvussu nógvar túrar Atlantic Naviator ger aftrat í føroyskum sjógvi.

Ætlanin skal skipið úr flotanum til heystar, tá tað fer til umbyggingar til krillveiði í Suðuríshavinum.

Hinvegin er ivasamt, hvussu langt føroyska svartkjaftakvotan røkkur.

Skipini fiska av felags kvotu, og sum skilst eru bert eini 50.000 tons eftir av henni.