26 ára gamli framherjin hevur staðið seg væl í donskum fótbólti seinasta árið, og vil nú fegin royna at standa seg í fronskum fótbólti. Sylla hevur í løtuni drúgvan skaða at dragast við, og hann verður tískil ikki tøkur fyrstu vikurnar.
Amed Davy Sylla hevur áður verið knýttur at millum annað ÍF, B36, Birkirkara av Malta, FC Amager og Hvidovre.