Sylla til B36

Beint fyri døgurða fríggjadagin boðaði B36 frá, at teir hava gjørt sáttmála við Sylla D. Amed, sum seinasta hálva annað árið hevur spælt við ÍF.
Á heimasíðuni verður sagt, at hetta er ein roynd hjá felagnum at styrkja um álopspartin, ið helst var veikasti parturin á liðnum í ár.
Sylla hevur seinastu 18 mánaðirnar sýnt stórum pørtum av føroyskum fótbóltsáskoðarum, at hann er ein framúr tekniskt sterkur spælari. Hann hevur eisini ferð og gjøgnumbrotsstyrki, og tí er lítið at ivast í, at hann er ætlaður at spæla ein týðandi leiklut, tá B36 komandi ár skal royna at verja meistaraheitið.