Sylla sleppur á vøllin

FC Amager skrivaði í august undir hálvt ára sáttmála við Sylla, sum í Føroyum er kendir frá uppihaldum sínum í ÍF og B36. Men tað hevur gingið striltið at fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvið hjá spælaranum upp á pláss. Og hóast felagið fleiri ferðir hevur fingið at vita, at umsóknin var mest sum avgreidd, so hava felagið og spælarin støðugt bíðað í óvissuni. Í gjár kundi FC Amager so staðfesta á heimasíðu sínari, at spæliloyvið er komið upp á pláss. Og so hevur Sylla fýra dystir til at sannføra leiðsluna í felagnum um, at sáttmálin eigur at leingjast.