Sylla skoraði fyri Hvidovre

Fyrrverandi B36 og ÍF-framherjin Ahmed Davy Sylla skoraði í donskum fótbólti um vikuskiftið. Eftir at FC Amager fór á húsagang fyrr í ár, skifti Sylla til 1. deildarliðið Hvidovre at spæla. Hvidovre spældi í gjár ímóti Skive, og dysturin endaði 1-1. Sylla legði Hvidovre á odda eftir slakar fimm minuttir, og Skive javnaði stutt eftir hálvleikssteðgin.