Amed Davy Sylla skal komandi hálva árið hjálpa Hvidovre, sum spælir í næstbestu donsku deildini. Tað skrivar heimasíðan bold.dk.
Sylla hevur seinasta hálva árið verið knýttur at FC Amager, men nú felagið fór á húsagang kundi hann skifta ókeypis. Og Hvidovre, sum eisini hevur føroyska Jónas Tór Næs í hópinum, tók av møguleikanum. Einans loyvið frá danska Fótbóltssambandinum, DBU, manglar, og tað kemur væntandi í rættlag fyrsta dagin.
26 ára gamli Amed Davy Sylla hevur áður millum annað spæla við ÍF, B36 og Birkirkara av Malta.