Sylla skal skora á Amager

Bert loyvispappírini frá danska útlendingastýrinum vanta, áðrenn ivorianin og FC Amager undirskriva sáttmála

Todi Jónsson, stjóri í FC Amager, váttar, at semja er millum partarnar um treytirnar fyri einum sáttmála.

Ahmed Davy Sylla spældi fyri ÍF og B36 árini 2005 til 2007, og ikki minst hevði hann eitt framúrskarandi kappingarár í fjør, tá hann gjørdist toppskjútti í Formula-deildini.

Hann hevur síðani spælt við Birkirkara á Malta, sum kendi svian av skjótleika hansara, tá B36 vann á maltesisku meistarunum í undankappingini til Champions League í 2006.

Og nú er so ætlanin, at hann skal spæla við FC Amager.

- Vit hava fingið allar smálutir upp á pláss, og nú bíða vit bert eftir játtandi svari frá danska Udlændingestyrelsen, sigur Todi Jónsson, stjóri í FC Amager.

Sáttmálin millum FC Amager og Sylla er galdandi í hálvt triðja ár.