Sylla givin á Malta

Amed Davy Sylla, sum áður hevur spælt við bæði ÍF og B36, heldur ikki fram í maltesiska felagnum Birkirkara

Hetta staðfestir umboðsmaður hansara, Jákup í Stórustovu. – Tað er satt, at Sylla er givin á Malta. Hann hevur fingið tilboð frá ymiskum feløgum, og endalig avtala kemur upp á pláss skjótt. Eg fái ikki sagt meira, staðfestir umboðsmaðurin. Fílabeinsstrandingurin hevur seinasta hálva árið verið ein av lyklaleikarunum hjá Birkirkara, men skiftir nú til annað felag.