Sylla aftur í B36

Tað var ein dyggur smeitur, tá Amed Davy Sylla fyri lítlum manaði siðani segði, at tað bar illa til hja honum at spæla fótbólt í Føroyum í ár. Orsøkirnar til hetta voru personligir. Spæliloyvið hevur to alla tiðina verið í B36, og nú tykist ein loysn vera funnin á trupulleikanum.
- Eg kann vátta, at Sylla verður við flogfarinum týsdagin, og at hann fer at spæla við B36 í ár. Tað merkir, at vit nú hava tann hópin, sum vit høvdu ætlað okkum í ár, sigur Kristjan a Neystabø, stjóri í FC Tórshavn.
Sum skilst, so inniber loysnin millum annað, at Sylla fær loyvi at ferðast til Fraklands, tá steðgur er í landskappingini av landsliðsávum ella øðrum.