Nýtt og gott gamlt. Hesi orð renna fyrst til hugs, tá framførslan hjá Smokie hóskvøldið skal lýsast stutt, men hetta er ov lætt sloppið.
Tað er helst so, at tey finnast, sum elska at hata Smokie, og sum mettu hetta navn sum tunna søtsúpan á skránni. Men soleiðis er tað við so mongum, og ofta vera metingar sum hesar so dyggiliga afturvístar, tá veruleikin vísir seg. Í hvussu er tá tað ræður um, hvønn fjøldir velur at elska, í mun til ummælarar og atfinningarmiklar sálir.
Smokie vísti seg í øllum førum frá síni bestu síðu á Summarfestivalinum hóskvøldið, og fólksliga undirhaldið vann øll hjørtu.
Tað vóru glaðir tónar, gráðir toppar og gott undirhald. Alt frá monnum, ið hava fleiri enn 30 ár á baki sum popprockarar á palli.
Tað vóru ikki bert gráðir toppar at síggja í fjøldini. Talan var um eina breiða fjøld, har ung sum eldri sungu og dansaðu við, og kanska serliga hugaligt var tó, at júst her fingu gráðu topparnir møguleikan og undirhaldið, ið teimum hóvaði.
Flest øll gjørdust sjónliga glað av tónunum hjá Smokie, ið jú er súpan, ið ikki er herkin, men glíður væl niður hjá flest øllum, uttan mun til aldur ella hvønn tónleik ein vanliga setir undir nálina.
Hvat hava teir?
At seta Smokie á skránna kundi tykjast sum lætt sloppið val, men kagar ein afturum hetta navn á festivalskránni, so er helst meira í hesum, og løtan við Smokie á Vágsbø prógvaði eisini hetta.
Men ein verður noyddur at gera tað, ið tónleikurin als ikki leggur upp til; nevnilga at hugsa og hugleiða.
Hvat hava Smokie, sum onnur iki hava? Tí teir spæla júst tann tónleik - við 3 ella 4 akkordum - sum tónleikarar flestir hava roynt seg sum undirhaldarar við. Undirhaldstónleik, løg, ið eru sum gjørd til felagssang í góðum vertsskapi, ella at verða framførdur á barrum. Tónleikur, sum bólkar í Føroyum royndu seg við í sjeyti- og áttatiárunum, og sum kundi eydnast, tí torleikastøðið ikki er so høgt, um evnini eru bara so nøkulunda.
Men við Smokie er øðrvísi. Teir eru fyri tað fyrsta komnir tað stóra fet longri, enn so mong onnur, at ein beinanvegin hoyrir, at tað er Smokie, ið spælir. Tá ein hoyrir teir, so kennir ein bólkin!! Teir hava tað, sum nevnt verið egið ljóð ella "sound". Og tað er í sær sjálvum eitt bragd og góður eginleiki.
Men tá tað hinvegin ikki er talan um annað enn tónleik, ið 3. hvør føroyingur kann fara heim og klimra á guitaran, hvat er tað so sum ger Smokie til nakað stórt ella øðrvísi?
Tað er ilt at eyðmerkja, hvørjar dygdirnar eru, men teir hava fyrst og fremst eyðkenda ljóðið. Og so hava teir góðu kórrødirnar. Og so hava teir royndirnar, tí bólkrin hevur jú verið virkin og á ferð síðani byrjan í fyrra helmingi av sjeytiárunum. Og í pallframførsluni er samspæl við fjøldna eisini stórur partur.
Fyrsta hittið fingu teir í 1974, ella har á leið, og síðani hava teir hildið á. Blandingin av øllum hesum gevur tann loyndarfulla og tokuta gandadrykkin, ið kallast Smokie.
Sjeytiárini so og so
Smokie hevur áður vitjað í Føroyum og hetta er 3. ferð teirra her, og tað eru 13 ar síðani teir seinast vitjaðu.
Og staðfestast kann, at framførslan í Klaksvík hóskvøldið var serstakliga væl eydnað. Og so kann tað gera tað sama, um summi hava hug at stempla bólkin millum lægstu felagsnevnarar, tá um tónleikasmakk ræður.
Smokie raka rætt og slætt tey flestu - í hvussu er helst ein meirluta í Føroyum - og skapa eina kenslu og hon er hjá teim flestu jalig og hevur ringvirkan, ið fær smilið, dansihugin sanggleðina fram. So væl er loyndarfulla uppskriftin samanskrúvað.
Og stílurin hókvøldið var eisini trúgvur mótvegis upprunanum í sjeytiárunum, og ikki spardist uppá flanger ella chorus á guitarunum, og langt hár er helst krav, um ein leikar við Smokie (Og tað ger onki, um talan er um tærrar krúllur, ein og tær hjá Brian May í Queen). Her er rætt og slætt ikki so nógv broytt siðani sjeytiárini, har bæði hár og klæði bera boð um eina farna tíð, og um tað riggar so væl á palli í dag er nokk ein spurningur um stíl ella smakk.
Hásur sangari
Og Smokie spældi betri enn áður á Føroyaferðum sínum. Størsti munurin á bólkinum nú og fyrr er, at sangarin er nógv hásari, enn teir undanfarnu. Her minnast vit, at eini sangarin doyði stutt eftrir ferðina í Føryum í 1995, tá bólkurin var fyri ferðsluóhappi, men hetta steðgaði ikki bólkinum, og nýggi sangarin megnar uppgávuna, um enn røddin er eitt vet hásari, enn undangongumenninir.
Og stilurin í tónleikinum var alt frá vanligum fýrataktspoppi, til boogie og tað, ið helst hóskar til linedance, men eisini okkurt rættilgt rock,n roll lag var at hoyra.
Føroyskt flagg
Stutt sagt hevur bólkurin okkurt til tey flestu. Og tí var helst eisini væntandi, at glaða fjøldin klappaði teir aftur á pall, og tað gjørdi hon eisini - kanska serliga tí at enn vantaði sangurin um Alice.
Men Smokie hava ongantíð verið bleikir fyri at geva hittløgum hjá øðrum ein ham, ið hóskar til Smokie.
Og hetta brúktu teir eisini, tá teir fóru undir eykaløgini, tí her tóku teir og bukaði tvær flugur við einum slagi. teir spældu eitt lag hjá Creedence - sum jú næstan er partur av føroysku fólkasálini, og so var tað júst lagið Have You Ever Seen The Rain, sum jú er aktuelt á festivali í Klaksvík, kanska serliga, tá tað hevði hug at sirma eina løtu.
Trummuleikarin kom fram og hongdi stórt føroyskt flagg á trummurnar og seinni klæddi hann seg í tað. Ikki sørt skemtiligt, men júst hvussu hetta annars skuldi fatast lati eg hin einstaka døma um.
Og So kom endaliga brakið, nevniliga sangurin um Alice, og øll sungu við og sangurin ljómaði túsundræddaður um Klaksvíina og setti punktum fyri fólksligari veitslu, har Smokie prógvaði, at teir hava nakað tað sama, sum Coca Cola, nevniliga eina uppskrift, ið er ring at herma eftir, og sum heldur - kanska í allar ævir.