Við popputa punkrokkinum, ið hevur borið teir á hægstu tindar í Danmark, tóku Hans Edward, Eirikur og tvær ferðir Heini Kirkjubø við stormi.
Helst kendastu føroyingarnir í Danmark, vóru fyri eina ferð skyld og spældu í Føroyum, og hóast ljóðið var rótut, gjørdist tað beinanvegin greitt, at hesir ungu menninir hava okkurt uppá hjarta.
Við eini blanding av sjarmu, vreiði og sjálvspei, løgdu teir fyri við eini intro, sum førdi til lagið Himlen Falder/Helvede Kalder. Har frá spældu teir hitt oman á hitt, nakað ið má metast at vera flott, havandi í huga, hvussu ungur bólkurin er.
Tað er sjáldsamt at síggja ein bólk, ið hevur tríggjar frontmenn, men tað má man næstan siga, at The Dreams høvdu, tí hóast Hans Edward er sangari, vóru tað beiggjarnir Eirikur og Heini, sum fyltu mest millum løgini. Ikki tí, Hans Edward er sum føddur at standa á palli, men tað er mest í sangunum, at hann kemur til sín rætt.
Ein bólkur í toppformi
Sum áður sagt, var ljóðið ikki av tí besta, og hetta var harmiligt, tí bólkurin spældi sera væl. Nærum eingin feilur var at hoyra, og tað var stuttligt at síggja unga Heina Corfitz spæla á sín guitara, sum var hann ein garvaður rokkari.
Samanspælið er eisini allan rós vert. At teir hava vant nógv fyri at koma so langt, hoyrdist aftur í framførsluni, sum endaði við einari frálíkari útgávu av Grand Prix hittinum La' Mig Være, sum teir blandaðu saman við Summer of '69 hjá Bryan Adams. Frískt!
Yvirhøvur ein feit framførsla, har bólkurin vísti, hví teir hava klárað seg so væl í Danmark, har teir eisini eru kendir fyri at vera tætt við fjepparan, við millum annað at skipa fyri intimkonsertum heima við hús.