Nú allir heimsins miðlar flóta yvir við tíðindum um deyða sjarmørin, nýta KT snillingar høvið at snýta tey mongu áhugaði í Patrick Swayze. Hetta verður gjørt við at leggja virus á tær ymsu heimasíðurnar, ið skriva um deyða hansara.
Tað ávarar KT-trygdarfelagið F-Secure um í einum tíðindaskrivi.
-Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit síggja KT-brotsmenn leggja seg í kjalarvørrin á eydnuni ella óeydnuni hjá kendum fólkum. Vit hava sæð tað við Paris Hilton, Barack Obama, Michael Jackson og nú Patrick Swayze. Tey útnytta tann ovurstóra áhugan, ið fólk hava fyri hesum kendum persónum, sigur Michael Dahl, ið er trygdarserfrøðingur í F-Secure.
Falskt antivirusprogram
Virusálopið kann koma, tá ið ein leitar eftir navninum Patrick Swayze, og hareftir verður førdur fram til eina tilvildarliga tíðindasíðu, har eini følsk trygdarboð siga, at ein skal gjøgnumføra eina skanning av harddiskinum.
Boðini koma eftir øllum at døma frá einum trygdarfelagið, men í veruleikanum er talan um eitt anti-antivirusprogramm, ið ger eitt álop á telduna.
Tað er framvegis ógreitt hvørja ávirkan virusprogrammi hevur á telduna, men greitt er, at eitt programm blívur instalerað, ið skrásetir tín bý, land og aðrar persónligar upplýsingar.