Leygarkvøldið fáa gestirnir á Summar Festivalinum eina heilt serliga konsertframførslu, tí tá fer vokalbólkurin SWAY at hava framførslu á Torginum.
SWAY er jazz trio við Marionnu Winther Nagata, Katrinu Olsen og Daniu O. Tausen. Tær tríggjar syngja livandi og sera undirhaldandi løg, a capella. Trioin dregur serligan íblástur frá jazztrioini The Andrews Sisters, ið gjørdist kend í 1930. SWAY framførslur eru samansettar við gomlum tilfari hjá eitt nú The Andrews Sisters og egnum tilfari, ið tær hava skrivað innanfyri sama stíl.
Tær verða lýstar sum eitt frískt lot innan føroyska tónleikamentan við at taka fólk á bóli við sínari karismu og skemtiligu framførslum. Tónleikurin er undirhaldandi og huglagið smittandi.
Til framførsluna hava tær við sær Torleik Mortensen (bass) og Kristian Paula Ellefsen (klaver).