Við einum 2-0 sigri á Leicester spældi Swansea seg upp á eitt sætta pláss í Premier League.
Tað var serliga einum leikara at takka, at Swansea í dag vann ein 2-0 sigur á Leicester.
Maðurin er Wilfried Bony, sum skoraði bæði málini í dystinum.
Swansea var omaná meginpartin av dystinum, og við einum máli í hvørjum hálvleiki vunnu teir eisini trygt.
Í yvirtíðini var tó líka við, at Leicester minkaði um munin, og hvussu Cambiasso kláraði at halda bóltinum uttan fyri málinjuna er ein gáta.
Swansea-Leicester City 2-0 (1-0)
34. 1-0 Wilfried Bony
57. 2-0 Wilfried Bony