Swansea heldur fram

Eftir ein knúsandi 5-0 sigur í fyrsta dystinum móti QPR, enntá á útivølli, heldur Swansea fram við góðu byrjanini.

 

Í dag hava uppflytararnir frá West Ham verið á vitjan, og heldur ikki teir kundi gera nakað sum helst við liðið hjá Laudrup.

 

Burtursæð frá hornaspørkum og fríspørkum, har Swansea hevði stórar trupulleikar í luftini, hevði West Ham lítið at bjóða upp á, og tá so verjan var í gávuhýru, kunsi tað bara enda við heimasigri.

 

Fyrsta málið kom í 20. Minutti, tá Angel Rangel varð hegnisliga spældur fríur í høgru, og frá rættiliga spískum sendi hann bóltin inn undir Jääskeläinen í West Ham málinum. Finski málverjin átti at havt vart betur fyri.

 

Tað gekk ikki long tíð, so var Collins alt ov sløsutur við einari afturlegging, og so kom Michu ímillum og prikaði bóltin fram við West Ham málverjanum. Hetta er triðja málið hjá miðvallarleikaranum, Michu, í tveimum dystum.

 

Eitt væl spælt álop mitt í seinna hálvleiki endaði við, at Danny Graham endaliga sløkti vónina hjá West Ham um at fáa nakað burtur úr dystinum.

 

Swansea hevur lagt seg á odda í Premier League eftir tveimum dystum við fullum stigatali – seks – og einari málskoru sum ljóðar upp á 8-0.