- Swangah var suvurent

- Bara veðrið, ið ikki hevur verið so gott í dag.

Inni í einum av tjøldunum sita tveir ungir mans og eta pitsa. Tað eru ungu eysturoyingarnir Hjalmar og Aron.


Í teirra hugaheimi er ongin ivi um, hvør bólkur hevur havt bestu framførsluna higartil.


- Vit vóru til Swangah í gjár, tað var suvurent. Annars dámdu vit serliga væl Lukas Graham og Roxette. Í kvøld fara vit so at lurta eftir Týr.


Hóast veðrið argar nakað, so eru teir sum heild væl nøgdir við festivalin.


- Vit vilja siga, at festivalurin hevur verið fínur higartil. Hvørt fall betri enn síðst. Her er gott fólk og hugnaligt niðri við bøin. Tað er bara veðrið, ið ikki hevur verið so gott í dag.