Seint í gjárkvøldið boðaði Summarfestivalurin á Facebook frá, at Swangah aftur í ár skal spæla á festivalinum í Klaksvík. Swangah spældu eina frálíka konsert í tjaldinum á Summarfestivalinum í fjør, men tað ljóðar, at rappbólkurin fær ein størri pall at spæla á, nú teir vitja Klaksvík aftur.
Swangah eru so fløguaktuellir, sum teir kunnu vera, tí fríggjadagin kemur næsta fløga teirra, Undirgangstónar, á marknaðin. Tá verður eisini eitt tiltak í Tutl í Havn, har høvi verður at heilsa upp á Steen Róa Lorenzen og Ragnar Davidsen.
Dagin eftir, leygardagin 29. juni, spæla Swangah so á Voxbotn í Havn og nú er altso greitt, at teir eisini vera at hoyra á Summarfestivalinum í Klaksvík.
Niðanfyri er sjónbandaupptøka frá konsertini við Swangah í Flags-tjaldinum á Summarfestivalinum í fjør.
Mynd: Steen Rói á Summarfestivalinum í fjør (Mynd: Erland Sivertsen/Summarfestivalurin)










