Swangah rokkaðu Voxbotn

Fyrr í kvøld vóru menninir í Swangah at síggja á stóra pallinum í Voxbotni, og menninir úr Svanga í Havn siga seg vera sera fegnir um undirtøkuna.

 

Í gjár góvu Swangah út eina nýggja fløgu, og eitt nógv umrøtt lag á fløgun eitur Øll í mínum sikti. Hetta lag gevur fleiri kendum føroyingum toyggi, og menninir í Swangah siga við Rás2, at hetta er skemt við eitt sindur av álvara.

 

Hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við Swangah fyrr í kvøld, her.