Swangah geva av grovfílini

Fyri kortum gav bólkurin út staklagið Tórshavn, og nú lokka Swangah av nýggjum. Í dag hava teir nevniliga umvegis Facebook-síðu sína kunngjørt, at teir hava lagt eitt nýtt lag á YouTube. Lagið ber heitið Øll í mínum sikti, har vit hoyra Steen Róa Lorenzen høgga til høgru og vinstru til ymsar aktørar á føroyska tónleikapallinum.

 

»Ikki taka tað persónligt. Hetta er ikki meint persónligt. Men um tað ljóðar persónligt, so tekur tú tað persónligt«. Soleiðis byrjar Øll í mínum sikti, har Swangah eisini hava fingið hjálp frá diskaranum DJ Drastic.

 

Hetta er næsta staklagið av komandi fløguni, Undirgangstónar, sum kemur út í summar. Fyrsta fløgan, ”Belials synir”, var ógvuliga væl móttikin og vann bólkurin heitið sum ”Ársins bólkur” og ”Ársins nýggi bólkur” á Planet Awards 2011.

 

Á leinkjunum niðanfyri ber til at hoyra nýggja staklagið Øll í mínum sikti, og fyrsta staklagið Tórshavn, sum kom úr fyri einum mánaði síðani.

 

Mynd: Skermprent av Øll í mínum sikti á YouTube