Swangah Dangah í TB-húsinum

Swangah Dangah og DJ Dash vera í TB-húsinum í kvøld

 

"Koyr tín millumfingur upp, koyr tín millumfingur upp ..."

 

Hetta og mangt annað verður at hoyra í kvøld, tá ið fløguaktuellu rappararnir úr Swangah Dangah framføra í TB-Húsinum. Bólkurin, sum í gjárskvøldið vann fleiri heiðurslønir á Planet Awards, hevur veruliga herja landoddarnar síðan bólkurin fyrstu fer framførdi í Bassalt í Havn fyri einum ári síðani.

 

Síðan hava teir havt nógvar væleydnaðar konsertir, millum annað á G! og seinast í Rex, og kann eisini væntast, at tað verður fult hús og gott lív í kvøld í

TB-Húsinum. Tiltakið byrjar beint áðrenn midnátt og fram til kl. 4. Kostnaðurin er 150 kr.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.