Swangah Dangah í Rex

Hóast Rex er ætlað teimum yvir 21 ár, so bjóðar Rex kortini til havnarapp leygarkvøldið, tá ið Swangah Dangah trína á pallin.

 

Úr Rex verður sagt, at stórur eftirspurningurin hevur verið fyri at fáa Swangah Dangah at framføra, meðan útisetar eru heima í jólafrí, og tí hevur Rex nú gjørt av at játta hesum.

 

Swangah Dangah hava veruliga gjørt um seg í ár. Teir byrjaðu árið í Bassalt, har teir høvdu sína fyrstu framførslu nakrantíð. Hon gekk somikið væl, at teir vóru bodnir á G! 2011.

 

Nú eru Swangah Dangah fløguaktuellir við fløguni Belials Synir, umframt at teir eru tilnevndir til fleiri heiðurslønir til ársins Planet Awards.

 

Til ber at síggja allar tilnevningarnar á pressan.fo ella á ras2.fo

 

Aftrat Swangah Dangah verður DJ Martin Kjærbo í Rex leygarkvøldið.