Um vikuskiftið fara havnardreingirnir úr bólkinum Swangah Danga at hava framførslu í Tórshavn.
Bólkurin, sum seinastu árini hevur havt hitt sum Úr bygd í bý og Gentan er farlig, hava júst útgivið eitt nýtt lag, sum hevur fingið heitið Tórshavn.
Swangah Dangah eru í løtuni í upptøkuhølunum, og væntandi kemur ein nýggj fløga út seinni í ár.
- Teir hava fyrr framført hjá okkum, og tað hevur hvørja ferð verið ein stór succes. Tann eini í bólkinum býr niðri í Danmark, men verður flogin upp til Føroyar í sambandi við framførsluna leygarkvøldið, sigur Rúni Djurhuus, sum rekur dansistaðið Rex, ið verður karmur um forkunnugu framførsluna leygarkvøldið.
Rappararnir í Swangah Dangah eru ikki ofta á palli, og tískil gleða teir seg til leygarkvøldið.
- Vit kunnu lova fólki eitt ordans brak, og úmframt at spæla teir kendu sangirnar kunnu fólk eisini vænta at hoyra nakrar av teimum nýggju sangunum, sum vera á nýggju fløguni, sum vit júst nú eru í gongd við, siga dreingirnir úr Swangah Dangah.
Swangah Dangah framføra í Rex leygarkvøldið eftir midnátt.










