Møddir av andaligari propaganda, útvatnaðum poppi og irreterandi popptónleiki hava Swangah Dangah sprænt nýtt lív í føroyskan tónleik við ákærandi rapptónleiki.
Hetta hava fólkið og dómsnevndin hjá Planet Awards 2011 nú heiðrað. Swangah Dangah hevur á Planet Awards 2011 vunnið heiðurin sum ársins nýggi bólkur.
- Hetta er yvirraskandi og feitt!
Tað er fyrsta og stutta viðmerkingin hjá dreingjunum úr Swangah Dangah til nýfingna heiðurin.
Fyrr í ár hava teir givið fløguna "Belials Synir" út, og eru teir nógv sæddir og hoyrdir bæði í útvarpi og á netinum hetta seinasta árið.
Fleiri kennast helst við navnið, men fá munnu vita, hvar navnið kemur frá.
Tað er ein søga, sum byrjar mitt í 80unum, tá teir tríggir garparnir Steen, Ragnar og Cren vaksa upp í grannalagnum Í Svanga. Teir hava hildið saman um tónleikin tá teir eru vaksnir til, og hesin tónleikurin er nú blivin til rapptónleik. Navnið Swangah stavar frá grannalagnum, meðan Dangah kemur frá sagnorðinum at danga, ið merkir at ganga seint.
Tónleikurin hjá teimum er merktur av einum troyttleika av irriterandi elektrotónum, útvatnaðum poppi og andaligari propaganda, og tí vilja teir við rappi spræna nýtt lív í larmandi rytmurnar og spruttandi rópini. Áður hava teir sagt, at teir vilja pumpa okkara heilar við svíðandi og sorlandi orðum teirra.
Hetta hava teir gjørt somikið sannførandi, at teir í ár hava vunnið heiðurin sum Ársins nýggi bólkur á Planet Awards 2011.
Ein dómsnevnd hevur innstillað tey tilnevndu, og fólk í hópatal hava greitt atkvøðu umvegis sms. Hesar sms-atkvøður viga helvtina av avgerðini, avgerðin hjá dómsnevndini vigar hina helvtina.