Swangah Dangah hevur á Planet Awards 2011 vunnið heiðurin sum ársins bólkur.
Hetta er annar heiðurin, nýggi bólkurin við navninum úr Svanga í Havn, hevur vunnið í kvøld. Fyrr á kvøldinum fóru teir nevniliga við heiðurinum sum ársins nýggi bólkur.
Sostatt eru dreingirnir úr Swangah Dangah, Steen, Ragnar og Cren ikki bert ársins nýggi bólkur, men eisini ársins besti bólkur yvirhøvur.
Henda heiðurin hava teir vunnið frammanfyri kend nøvn sum Gipsy Train, glóð, Benjamin og Guðrun&Bartal.
Ein dómsnevnd hevur innstillað tey tilnevndu, og fólk í hópatal hava greitt atkvøðu umvegis sms. Hesar sms-atkvøður viga helvtina av avgerðini, avgerðin hjá dómsnevndini vigar hina helvtina.
Mynd: Álvur Haraldsen