Swangah á Summarfestivalin

Framfýsnu rappararnir í Swangah spæla við á Summarfestivalinum í ár

Í 2011 kom rappbólkurin Swangah sum ein hvirla inn í føroyska tónleikaheimin. Speisku og framfýsnu rappararnir fingu veruligt gjøgnumbrot við sanginum Frá Bygd Til Bý, og síðani hava teir ikki verið til at steðga, skriva fyriskipararnir av Summarfestivalinum, sum í tíðindaskrivi í kvøld boða frá, at Swangah spælir á Summarfestivalinum seinni í ár.

 

Swangah hevur áður framført á Summar Festivalinum, og tað hava verið minniligar konsertir.

 

Navnið hevur bólkurin fingið úr grannalagnum í Svanga í Havn, har teirra bakgrund er, men við framúr framførslum og útgávum hava teir vunnið fjepparar kring alt landið.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 6. til 8. august.