- Vit gleða okkum orduliga nógv, og hava nakrar heilt serligar ætlanir við okkara framførslu, ið vit halda loyniligt eitt sindur enn, sigur Steen Rói Lorenzen, ið saman við Ragnar Davidsen er føroyski rap bólkurin Swanga.
Swanga ger øgiliga nógv burturúr hvørjari konsert, so tað fer nógv tíð til at fyrireika alt frammanundan.
- Vit taka video av hvørjari konsert sum vit hava, og so hyggja vit eftir hvat vit kunnu gera betur til næstu fer, sigur Steen Rói.
Tað er í annaðkvøld kl 23.45 at Swanga fer á pallin, men konsertin byrjar longu kl 23.15, tá SnowGoons fara á pallin.
- Vit fara at hava eina deilda konsert við SnowGoons, ið er ein internationalur hip hop bólkur, sum er kendur kring allan heimin, sigur Steen Rói.
Um ein er áhugaður í hip hop musikki, so er hetta nakað at gleða seg til, og dreingirnir í Swanga eru ikki minni spentir sjálvir.
- vit eru uppvaksnir við teirra musikki, so tað er ein stór æra at sleppa at framføra saman við teimum, sigur Steen Rói, og leggur afturat, at fólk mugu koma til konsertina hjá SnowGoons eisini, at hoyra hvussu góðir teir eru.










