Svumu í Havn

Seks feløg við íalt 80 svimjarum tóku lut í svimjikappingini, sum varð hildin í Havn um vikuskiftið

svimjing
Jákup Mørk

Hetta vikuskiftið varð svomið í Havn. Luttakandi feløgini vóru seks í tali. Nevnliga Havnar Svimjifelag, Flot av Toftum, Fuglafjarðar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Tvøroyrar Svimjifelag og Skeggjar úr Gøtu, Í alt var talan um einar 80 svimjarar, og vóru hesir úr bólkunum 3, 4, 5 og so opni bólkurin. Bólkur 3 eru svimjarar fødd í 91-91. 4 eru tey úr 89-90, 5 eru 87-88 og opni bólkurin eru so tey, sum eru fødd í 1986 og áðrenn hetta.
Av úrslitum var serliga áhugavert, at trý bólkamet vórðu sett, og komu øll hesi í bólki 3. Pauli Øssursson Mohr úr Fuglafirði átti tvey av hesum. Annað í 200 metra frí, har hann svam í tíðini, 2.19,55 og hitt í 400 metra frí. Har var tíðin 4.59,86. Triðja bólkametið átti Elspa Mørkøre úr Skeggjum. Hon svam 100 metra blandaða svimjing í tíðini 1.15,98.

Samlaða býtið av heiðursmerkjum í kappingini var annars hetta:

GullSilvurBronsa
1Havnar Svimjifelag402914
2Tvøroyrar Svimjifelag1377
3Fuglafjarðar Svimjifelag1337
4Flot 111511
5Skeggjar589
6VS342

Næsta svimjikapping verður í Leirvík í vikuskiftinum 8. og 9. nov. og kallast henda kapping Reka-stevna. Henda kapping er fyri yngru svimjararnar t.v.s. bólk 1-2 og 3.
Næsta svimjikapping fyri teir eldru svimjararnar verður í Vági 29. og 30. nov.

Landsliðið úttikið
Annars verður landsliðsvenjing fyri A-landsliðið komandi vikuskiftið í Vági. Her hava 18 svimjarar fingið boð. Tey eru Andrass Thomsen, Janus T. Olsen, Dia Jacobsen, Jóannes á Fløtti, Hanus Eysturdal, Egil Gunnarson, Aksal Holm Norðfoss, Rannvá Jacobsen, Lisbeth L. Joensen, Helga Djurhuus, Annika Jacobsen og Elida Bjarnadóttir úr Havnar Svimjifelag. Sheila Millum Garðarnar og Sára Ejdesgaard úr Tvøroyrar Svimjifelag. Per S. Hansen og Beinir Danielsen úr Flot og Jákup Øssursson Mohr og Sonni Eliasen úr Fuglafjarðar Svimjifelag.