SVT vísir seinnu steypafinaluna hjá Eliasi og liðfeløgunum

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Sävehof hava eina sjeymáls leiðslu frá fyrru steypafinaluni á útivølli

Seinnapartin í morgin kann Elias Ellefsen á Skipagøtu gerast svenskur steypavinnari saman við liðfeløgunum í Sävehof.

 

Klokkan 14.10 byrjar seinna steypafinalan millum Sävehof og Lugi á heimavøllinum hjá Sävehof, Partille Arena.

 

Sävehof hevur eitt sera gott útgangsstøðið, tí teir vunnu fyrru steypafinaluna á útivølli við 37-30. Tað merkir, at Lugi skal á einum sera torførum útivølli vinna við átta málum fyri at gerast steypavinnari, meðan Sävehof kann tapa við seks málum, og enntá við sjey málum um Lugi skorar færri enn 36 mál.

 

Men einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt, og Elias og liðfelagarnir í Sävehof fara ikki at taka nakað fyri givið.

 

SVT sum er ein av rásunum hjá Televarpinum vísir dystin beinleiðis. Frásøgumenn vera Chris Härenstam och Magnus Grahn.