Svongdin er stór

Hvørki KÍ ella ÍF kunnu breggja sær av stoltari søgu í steypakappingini, sum ÍF ongantíð hevur vunnið, og sum klaksvíkingar ikki hava vunnið í fjúrtan ár

Sunnudagin bresta KÍ og ÍF aftur saman. Hesa ferð verður tað í Klaksvík í steypakappingini. Fyri stuttum vóru hesi bæði liðini við til at undirhalda áskoðararnar, so tað stóð eftir í. KÍ var í Fuglafirði frammanfyri 3-0, áðrenn ÍF svaraði aftur, men so gekk tað skjótt, og úrslitið var 3-3!
Felags fyri hesi bæði liðini er, at tey ikki hava stolta søgu at vísa á í steypa­kappingini. KÍ hevur ikki vunnið síðani 1999. Síðani tá hava klaksvíkingar tvær ferðir verið í finaluni, uttan at tað er eydnast at vinna. Í báðum førum var B36 steypa­vinnari.
Í 2001 var úrslitið í ill­veðursfinaluni 1-0 til B36. Tríggir, sum vóru við ta ferðina, eru eisini á KÍ lið­num í ár – Meinhard Joensen, Atli Danielsen og Hjalgrím Elttør.
Í 2006 vann B36 2-1. Tað er merkisvert, at fimm spæl­arar, sum vóru við ta ferðina, eru framvegis á KÍ liðnum. Teir eru Meinhard Joensen, Heðin á Lakjuni, Hjalgrím Elttør, Kristoffur Jakobsen og Atli Danielsen, sum stutt eftir steðgin javnaði til 1-1, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
ÍF hevuur ongantíð vunn­ið løgmanssteypið, men onkuntíð hevur tað ver­ið tætt við. Fuglfirðingar vóru í minnisríku final­unum, sum vórðu spældar í Klaksvík í 2010 og í 2011, men tá endaði tað báðu ferðirnar við tapi ímóti EB/Streymi.
Eftir vónbrotið á heima­vølli ímóti HB flaggdagin fekk KÍ sunnudagin aftur luft undir veingirnar, tá ið tað eydnaðist at vinna 5-2 á 07Vestur. Avrikið ta ferðina vísti seg enn eina ferð at vera óstøðugt, tí 07 Vestur megnaði at venda 0-2 til 2-2, áðrenn KÍ síðstu løtuna gjørdi bart.
Fuglfirðingar hava megn­að at svara aftur bæði ímóti KÍ og TB, sum ÍF flagg­dagin megnaði 2-2 ímóti á útivølli, eftir at TB inntil tað bara restaðu sjey minuttir var frammanfyri 2-0.
Sunnudagin var úrslitið í Gundadali 2-2 ímóti B36. Øssur Dalbúð skoraði bæði málini, og tað verður ikki minst honum og Clayton Soares, at ikki alt ov sannførandi verjuparturin hjá KÍ skal halda eyguni við.