Tað var ikki roknað við, at EB/Streymur 18. apríl fór at vinna fulla úrtøku á Skála. Gestirnir fóru til hús við 2-1 sigri. Undan grannauppgerðini hevði Skála vunnið fulla úrtøku fýra ferðir á rað, meðan EB/Streymur bara vunnið ein av fimm dystum.
Síðani tá hevur EB/Streymur vunnið tvey stig í átta dystum. Skála hevur vunnið trý stig í átta dystum, og Skála hevur tapt sjey tær seinastu ferðirnar.
-Eg eri ikki nøgdur við málleysa javnleikin síðsta sunnudag í Hólmanum ímóti ÍF, men eg var nøgdur við hugburðin hjá spælarunum. Megna teir tað sama ímóti Skála, so fara vit at vinna úrtøku, sigur EB/Streyma venjarin Jákup Martin Joensen.
Svongdin er stór hjá Jákupi Martin Joensen og hansara monnum, og hon er ikki minni stór á Skála.
Skála venjarin Eyðun Klakstein harmast 3-0 heimatapið ímóti HB, men hann heldur seg hava orsøk at rokna við úrtøku ímóti EB/Streymi.
-Tað ljóðar undarligt at siga, at leikliga avrikið í nógvum førum var gott ímóti HB, men soleiðis var tað. Okkurt persónligt mistak varð eirindarleyst sektað, og so undirstrika tølini, at vit hava trupulleikar at skora mál. Vit arbeiða miðvíst, og vit ætla okkum at vinna stig á Eiði, sigur Eyðun Klakstein, venjari hjá Skála.
EB/Streymur – Skála: Rúni Gaardbo klokkan 19.00.