Svong lið hittast við Stórá

TB fær seinnapartin vitjan av AB, og tølini tala greitt: TB eigur framvegis fyrsta sigurin til góða, men tvær tær seinastu ferðirnar hava teir vunnið úrtøku. Málleysan javnleik á heimavølli ímóti NSÍ og so 1-1 ímóti B36 í Gundadali.

 

Hjá AB stendur verri til enn so. Argjamenn eru hvassir eftir fýra tey fyrstu umførini, og málmunurin er 3-9. Burtursæð frá eftir greiða tapið á heimavølli ímóti HB hava argjamenn mett seg sjálvar at hava verið væl við. Tó vóru teir sera vónbrotnir eftir heimatapið ímóti KÍ 2. páskadag, tá ið teir mettu seg at hava spælt væl í 1. hálvleiki og ógvuliga vánaliga eftir steðgin.

 

AB er illa skaðaplágað – eitt nú er stýrimaðurin í verjuni Morten Overgaard ikki tøkur – meðan tað manningarliga stendur betri til á Tvøroyri.

TB-AB: Alex Troleis kl. 15.00