Næmingar kring landið ganga í hesum døgum til próvtøku, meðan aðrir hava lestrarfrí. Sosialurin hevði í herfyri eina samrøðu við Kristiannu Mortansdóttir, lestrarvegleiðara í Studentaskúlanum í Hoydølum, um hvat er týdningarmikið at minnast til í hesi tíðini.
– Lestrarfrí verður givið, so næmingurin fær stundir at lesa til próvtøku. Tí er ikki so smart, at átaka sær eyka arbeiðstímar í Keypssamtøkuni ella á annan hátt átaka sær meiri ábyrgd enn vanligt, sigur hon.
– Tað er týdningarmikið at seta tíð av til at lesa, og geri sær eina realistiska lestrarætlan. Ikki hugsa, at tú fyrst skalt venja guitara, so spæla fótbólt og badminton og so, tá tú ert pøst, seta teg at lesa.
Umframt at koma í gongd við lesingini í góðari tíð, mælir Kristianna Mortansdóttir til, at næmingarnir seta seg niður at gera eina lestrarætlan og skipað lesingina væl. Hóast næmingarnir skulu lesa ígjøgnum alt tilfarið, er eisini alneyðugt at fáa nokk av hvíld.
– Gerð eina lesiætlan, sum tú megnar at halda. Tað er ymiskt frá fólki til fólk, hvussu leingi tey megna at sita og lesa í senn, men minst til at halda ein steðg av og á. Sit ikki ov leingi í senn, men ger okkurt annað til tíðir. Tað er týdningarmikið at loyva sær ein steðg og so hava góða samvitsku, meðan tú hevur frí, tí tú veitst, at tú hevur arbeitt væl, meðan tú las, sigur hon.
Hon minnir á, at tað er týdningarmikið, at ein er góður við seg sjálvan. Tað merkir, at hóast ein má lesa og arbeiða væl upp undir próvtøkuna, so má ein taka sær tíð til at taka sær av løttum. Serliga má ein syrgja fyri at fáa nokk av svøvni, og ikki sita uppi um næturnar.
– Svøvnur er alfa og omega. So ikki sita upp um náttina og lesa, men far heldur í song, og upp aftur í góðari tíð. Og náttina áðrenn próvtøku er alneyðugt, at fáa ein góðan náttarsvøvn. Tað nyttar lítið at møta til próvtøku, um tú einans hevur sovið nakrar fáar tímar ta náttina, sigur Kristianna Mortansdóttir.
Kristianna Mortansdóttir minnir á, at lestrarvegleiðingin á skúlanum hevur opið hvønn dag líka til summarfrítíðina, og har stendur øllum næmingunum í boði at koma framvið og fáa hjálp at gera eina lestrarætlan.










