Svøríki vil ikki senda JAS Gripen til Ukraina

- Svøríki er eitt landafrøðiliga stórt land, og vit skulu verja okkum sjálvi. Vit eru framvegis ikki limir í Nato, sigur svenski forsætisráðharrin.

 

Svøríki vil ikki senda svenskt framleidda jagaraflogfarið, JAS Gripen, til Ukraina.

 

Tað sigur landsins forsætisráðharri, Ulf Kristersson, í einari sjónvarpssending í morgun. 

 

Leygardagin vitjaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í Svøríki. Tá eggjaði hann Svøríki til at senda svenska jagaraflogfarið av slagnum, JAS-39 Gripen, til Ukraina.

 

Tað veit svenska blaðið, Expressen, at siga.

 

Í gjár gjørdist tað alment kent, at bæði Danmark og Niðurlond fara at lata Ukraina F-16 jagaraflogfør.

 

Svenski forsætisráðharrin, Ulf Kristersson, legði í morgun dent á, at Svøríki tørvar flogførini, sum landið hevur.

 

- Vit eru eitt landafrøðiliga stórt land, og vit skulu verja okkum sjálvi. Vit eru framvegis ikki limir í Nato, segði forsætisráðharrin.

 

Ulf Kristersson segði, at Svøríki noyðist at finna javnvágina ímillum, hvat landið kann lata, og hvat landið sjálvt noyðist at hava.